FÓTBÓLTSFERÐIR – EIN PARTUR AV FERÐIR.FO

Fótbóltsferðir til størstu dystirnar í Evropa

Vit gera tað lætt hjá tær at uppliva fótbólt á staðnum – við atgongumerkjum, gisting og ferð, alt samlað í einum pakka.

logo logo logo logo logo logo logo logo logo logo logo logo logo logo logo logo logo logo logo logo

Premier League, Champions League og mangt annað

Vit bjóða væl skipaðar pakkatúrar til nakrar av heimsins størstu fótbóltsupplivingum. Um tað er Premier League, Champions League ella aðrir stórir dystir, ynskja vit at hjálpa tykkum við at finna røttu loysnina við atgongumerkjum, gisting og ferð – alt savnað í einum pakka.

Kanón prísir

Vit finna eina loysn, ið hóskar til títt ynski og fíggjarætlan, uttan at ganga upp á kompromis við upplivingina.

Tey bestu plássini

Vel millum eitt breitt úrval av plássum og prísklassum, so tú fært júst tí dystarupplivingina, tú ynskir.

VIP pakkar og stadion vitjanir

Ynskir tú at gera ferðina heilt serliga, kunnu vit bjóða VIP-pakkar, stadiontúrar og aðrar serstakar upplivingar.

Ferðast trygt við okkum

Tá tú bókar eina fótbóltsferð, skalt tú gleða teg til upplivingina uttan at stúra fyri praktiskum viðurskiftum. Vit eru við tær frá fyrsta fyrispurninginum til heimferðin er av.

Persónlig hjálp allan vegin

Vit eru tøk bæði áðrenn og undir ferðini, um ivamál ella broytingar eru.

Vit hava skil á smálutunum

Frá atgongumerkjum og dystardag til ferð og gisting – vit hjálpa við at fáa alt at hanga saman.

Nøgd ferðafólk – ferð eftir ferð

Okkara mál er einfalt: at geva tær eina væl skipaða ferð og eina fótbóltsuppliving, sum tú fert at minnast.

Íblástur og ferðaráð

Tín næsta fótbóltsferð – hvar skal leiðin ganga? ⚽️🌍

Manchester, Barcelona, Madrid, Liverpool ella kanska Milano? Vit hyggja nærri at nøkrum av bestu fótbóltsbýunum í Evropa og hvat teir hava at bjóða – bæði á og uttanfyri stadion.

5 ting tú skalt vita, áðrenn tú bókar eina fótbóltsferð

Hvat skal tú hugsa um, tá tú velur dyst, atgongumerki og ferð? Her eru 5 góð ráð, sum kunnu gera tína næstu fótbóltsferð bæði lættari og betri.

Meira enn bara 90 minuttir av fótbólti

Ein fótbóltsferð er nógv meira enn sjálvur dysturin. Uppliv býin, stadion, stemningin og alt tað, sum ger dystardagin heilt serligan.

Hvør fótbóltsferð passar best til tín?

Premier League, Champions League ella ein heilt serligur stórdystur? Her fært tú hjálp til at finna fótbóltsupplivingina, sum passar best til tín.

Soleiðis ger Ferðir.fo fótbóltsferðina lætta

Atgongumerki, hotel, ferð og dystardagur – vit hjálpa við at fáa alt at hanga saman, so tú kanst savna teg um upplivingina.

Hvat ger eina fótbóltsferð veruliga góða?

Ein góður dystur er bara byrjanin. Her eru tingini, sum kunnu lyfta eina vanliga fótbóltsferð til eina uppliving, tú minnist leingi.

Meira enn fótbóltsferðir

Ferðaloysnir til privatfólk og fyritøkur

Ferðir.fo er ferðafyritøkan aftanfyri Fótbóltsferðir. Umframt fótbóltsferðir skipa vit eisini fyri vanligum ferðum, bólkaferðum og vinnuferðum fyri bæði privatfólk og fyritøkur.

Vit kunnu taka okkum av allari ferðaskipanini – frá flogferðum og gisting til flutning og samskipan. Vit hjálpa millum annað fyritøkum við regluligari ferðing hjá útlendskari arbeiðsmegi og tryggja, at starvsfólk koma trygt og smidliga millum lond og arbeiðspláss.

Við einum føstum kontaktpersóni fáa kundarnir eina einfalda, liðiliga og væl samskipaða loysn.