VINNUFERÐIR
Vit taka okkum av vinnuferðunum hjá tykkum, so tit kunnu brúka tíðina upp á arbeiðið í staðin fyri ferðaskipan.
Hvør fyritøka ferðast ymiskt. Tí leggja vit dent á at skilja tykkara arbeiðsgongd, ynski og ferðamynstur, so loysnin passar til tykkum.
Tit fáa ein fastan kontaktpersón, so samskiftið verður einfalt og tit altíð vita, hvørjum tit skulu venda tykkum til.
Hvørt tit ferðast nakrar ferðir um árið ella hava regluligan tørv, laga vit samstarvið eftir tykkara fyritøku.
Málið er einfalt: at gera ferðingina lættari, skjótari og meira yvirskipaða hjá tykkum.
Vit kunnu taka okkum av øllum tí praktiska, so ferðingin verður so einføld sum gjørligt fyri bæði fyritøkuna og starvsfólkini.
Vit finna og bóka hóskandi flogferðir, hotel og aðrar gistingarloysnir eftir tørvinum hjá fyritøkuni.
Vit kunnu taka okkum av bæði einstøkum arbeiðsferðum og afturvendandi ferðing hjá starvsfólkum.
Vit samskipa bil, buss og annan flutning til og frá flogvøllum, hotelli og arbeiðsstøðum.
Verður ferðin broytt, seinkað ella avlýst, hjálpa vit við at finna eina nýggja loysn.
Vit gera tað einfalt hjá tykkum at koma frá ferðatørvi til eina lidna og væl samskipaða loysn.
Vit fáa innlit í, hvussu ofta tit ferðast, hvagar tit ferðast og hvørjar treytir eru týdningarmiklar.
Vit seta eina loysn saman við prísi og møguleikum, sum tit kunnu taka støðu til.
Tá tit hava valt loysnina, verður ferðin klárgjørd og tit fáa tað neyðuga tilfarið undan fráferð.
Eingin fyritøka er eins. Tí laga vit ferðina eftir tykkara endamáli, tali av ferðandi, tíðarskeiði, ynskjum og fíggjarætlan.
Ferðir til team building, jubileum, sosial tiltøk og felags upplivingar.
Ferðir har kundar, samstarvsfelagar og netverk eru í miðdeplinum.
Ferðir í samband við ráðstevnur, messur, fundir og vinnulig tiltøk.
Skipaðar ferðir til dystir, tiltøk og onnur ferðamál fyri starvsfólk, kundar ella bólkar.
Sigið okkum stutt frá tørvinum, so venda vit aftur við einum óbindandi uppskoti.