Ein fótbóltsferð byrjar ofta langt áðrenn dómarin floytar dystin í gongd.
Stemningurin í býnum, fjepparar á gøtunum, ein túrur kring stadion og løtan, tá tú fyrstu ferð kemur inn á tribununna, eru ofta minst líka stórur partur av upplivingini sum sjálvir 90 minuttirnir á vøllinum.
Tí snýr ein góð fótbóltsferð seg ikki bara um atgongumerkið – men um alla ferðina.
1. Uppliv býin
Set tíð av til at síggja býin, eta gott og merkja fótbóltsstemningin.
2. Kom tíðliga á stadion
Dystardagurin verður nógv betri, tá tú hevur tíð til at síggja stadionøkið, keypa merchandise og uppliva upphitingina.
3. Uppliv stemningin við øðrum fjepparum
Pubbar, fan-zones og gøturnar kring stadion kunnu skapa nakrar av bestu løtunum á ferðini.
4. Ger meira burtur úr vikuskiftinum
Stadion-tour, museum ella ein annar dystur kann gera ferðina enn betri.
5. Minnið er meira enn úrslitið
Sjálvt um dysturin endar 0–0, kann ferðin framvegis vera fantastisk. Tað eru ofta løturnar rundan um dystin, tú minnist best.
Hjá Ferðir.fo vilja vit skapa meira enn bara eina ferð til ein dyst. Vit vilja hjálpa tær at fáa eina heila fótbóltsuppliving, sum tú minnist leingi.