Ein góð fótbóltsferð snýr seg ikki bara um, hvør dysturin er.

Tað eru ofta samansetingin av dystinum, býnum, hotellinum, stemninginum og teimum smáu løtunum rundan um sjálvan dystardagin, sum gera ferðina heilt serliga.

1. Rætti dysturin

Ein stórur dystur er sjálvandi eitt gott útgangsstøði, men tað týdningarmesta er, at dysturin passar til tað, tú vilt uppliva.

Summi ynskja intensan derby-stemning, meðan onnur heldur vilja uppliva eitt ikoniskt stadion ella sítt yndislið fyri fyrstu ferð.

2. Gott stað at búgva

Eitt væl plaserað hotel kann gera stóran mun.

Tað er nógv lættari at njóta ferðina, tá tú hevur stutt til miðbýin, matstovur, transport og annað, tú vilt uppliva.

3. Tíð til meira enn bara dystin

Ein góður fótbóltsvikuskiftistúrur gevur eisini pláss til at uppliva býin.

Ein stadion-tour, museum, ein góður pub ella bara stemningurin í býnum á dystardegi kann vera minst líka minnisríkt sum sjálvir 90 minuttirnir.

4. Góður felagsskapur

Fótbóltsferðir verða ofta enn betri, tá tær verða deildar við øðrum.

Hvørt tú ferðast við vinum, familju, arbeiðsplássi ella einum størri bólki, er felagsskapurin ein stórur partur av upplivingini.

5. Tað praktiska skal bara rigga

Tá ferð, hotel og atgongumerki eru upp á pláss, kanst tú slappa meira av og njóta ferðina.

Tað er ofta júst tað, sum ger munin millum eina stressandi ferð og eina ordiliga góða uppliving.

Tann besta fótbóltsferðin er ikki bara tann við størsta dystinum.

Tað er tann ferðin, har alt rundan um dystin eisini riggar, og tú kemur heim við upplivingum, tú minnist leingi.