Liverpool vs Manchester City
Kom við okkum til Liverpool og uppliv stemningin á legendariska Anfield, tá Liverpool tekur ímóti Manchester City tann 10. oktober. Vit skipa fyri einum spennandi bólkatúri við royndum ferðaleiðara, har ferðing, gisting og dystaratgongumerki eru savnað í einum pakka.
Túrurin er frá hósdegnum 8. oktober til mánadagin 12. oktober.
Pakkinn inniheldur:
✈️ Flogferð úr Føroyum til Edinburgh og aftur
🚌 Bussferð úr Edinburgh til Liverpool og aftur
🏨 4 nætur á 4-stjørna hotelli í Liverpool
🎟️ Dystaratgongumerki í bólki D til Liverpool vs Manchester City
🙋 Royndan ferðaleiðara á túrinum
Prísur úr 11.995 kr. fyri hvønn
Møguleiki er at rinda eitt depositum á 4.000 kr. við bílegging og restina í seinasta lagi 1. september. Skriva til okkara, um tú ynskir at nýta hesa gjaldsloysn.
VIP-atgongumerki kann keypast fyri 2.000 kr. eyka. Set teg í samband við okkum fyri at hoyra nærri um møguleikarnar fyri øðrum sitiplássum. Stadiontúrur kostar 350 kr. eyka, og einmanskamar kostar 1.850 kr. eyka.
Tryggja tær pláss og kom við til eina ógloymandi fótbóltsuppliving á Anfield. Broytingar í skrá og ferðatíðum kunnu koma fyri.