Um okkum

FÓTBÓLTSFERÐIR – EIN PARTUR AV FERÐIR.FO

Frá fótbóltsdreymi til veruliga uppliving

Fótbóltsferðir hevur síðan 2012 hjálpt føroyingum at uppliva fótbólt á nøkrum av størstu leikvøllunum í Evropa. Endamálið hevur frá byrjan verið einfalt: at gera tað lættari hjá føroyskum fótbóltsfjepparum at finna trygg atgongumerki og væl skipaðar ferðir.

Gjøgnum árini hava nógv ferðandi upplivað Premier League, Champions League, landsdystir og aðrar stórar fótbóltsupplivingar saman við okkum. Vit bjóða bæði lidnir pakkatúrar og tillagaðar loysnir við atgongumerki, gisting, ferð og annað.

Fyri okkum snýr ein fótbóltsferð seg ikki bara um teir 90 minuttirnar á vøllinum. Tað snýr seg eisini um stemningin í býnum, felagsskapin á ferðini og løturnar, sum kundarnir taka við sær heim.

Atgongumerki seld
0 +
Nøgd ferðafólk
0 +
Ymisk fótbóltslið
0 +
FÓLKINI AFTANFYRI FERÐIR.FO

Nýggj orka – sama trygga grundarlag

Í 2026 komu Jan og Kári inn sum sameigarar í Ferðir.fo. Saman mynda vit nú eitt eigaratoymi, sum byggir víðari á tað sterka grundarlagið og tær drúgvu royndirnar, ið fyritøkan hevur ment gjøgnum árini.

Við einari felags visión fyri framtíðina arbeiða vit miðvíst við at víðka úrvalið av pakkatúrum, menna nýggjar fótbóltsupplivingar og styrkja tænastuna til okkara kundar. Samstundis varðveita vit tað, sum Ferðir.fo er kent fyri: persónliga føroyska tænastu, tryggar loysnir og nærveru frá fyrsta fyrispurninginum til heimferðin er av.

EIGARATOYMIÐ

Lær okkum at kenna

Vit hava hvør síni ábyrgdarøki og ymisk faklig grundarlag, men arbeiða saman um at menna Ferðir.fo og skapa tryggar og væl skipaðar fótbóltsupplivingar.

Jan D. Kastalag

Sameigari - virkismenning, samstarv og strategi

Jan lesur vinnubúskap og arbeiðir serliga við menningini av Ferðir.fo, menning av samstarvi við veitarar, sølu og strategi. Hann leggur dent á at skapa professionellar loysnir og eina góða og persónliga uppliving fyri kundan.

Kári M. Fossdalsá

Sameigari - pakkatúrar, ferðaskipan og vørumenning

Kári er útlærdur handverkari, og hevur samstundis stóran áhuga fyri ferðaskipan og menning av pakkatúrum. Í Ferðir.fo arbeiðir hann serliga við at seta saman ferðir og tryggja, at alt hongur væl saman frá byrjan til enda.

Rói H. Hansen

Sameigari - leiðsla, rakstur og
søla

Rói hevur verið partur av Ferðir.fo síðan 2021 og stendur fyri dagligu leiðsluni, rakstrinum og menningini av fyritøkuni. Hann hevur útbúgving innan marknaðarføring, innovatión og íverksetan, umframt eina Master of Business Administration.

tað vit leggja dent á

Okkara virðir

Hesi virðini eru grundarlagið undir arbeiðnum hjá okkum og hvørjari einstakari ferð, vit skipa fyri.

Vit eru tøk frá fyrsta fyrispurningi heilt til heimferðin er av og leggja dent á skjótt og persónligt samskifti.

Vit arbeiða við royndum veitarum og tryggja, at ferð, gisting og atgongumerki eru væl samskipað.

Vit seta saman túrar har dysturin, býurin og felagsskapurin skapa eina samlaða og ógloymandi uppliving.

Komandi tiltøk